Havnar Bóltfelag

Havnar Bóltfelag Havnar Bóltfelag varð stovnað 4/10 í 1904

VIT ERU Í STEYPAFINALUNI!❤️🖤
01/09/2026

VIT ERU Í STEYPAFINALUNI!❤️🖤

Nú skal arbeiðið gerast liðugt❤️🖤
01/09/2026

Nú skal arbeiðið gerast liðugt❤️🖤

01/09/2026
So bankar hjartað í HB-húsinum aftur! ❤️🖤🥰Í dag kom lív aftur í HB-húsið, nú Sanna hevði fyrsta starvsdag 🤩 Hon fer at h...
31/08/2026

So bankar hjartað í HB-húsinum aftur! ❤️🖤🥰

Í dag kom lív aftur í HB-húsið, nú Sanna hevði fyrsta starvsdag 🤩 Hon fer at hava fasta tíð á skrivstovuni millum kl 11 og 14 - og annars stýrir hon sjálv tíðini, soleiðis at hon kann gera mestan mun og fáa sum mest burturúr.

- Fólk hava verið so blíð og hjálpsom. Nógv hava verið inni á gólvinum og heilsað uppá. Sjálvt næmingar hava funnið leiðina inn á kontórið til eitt hugnaligt prát, greiðir Sanna frá, nú vit fregnast um fyrsta arbeiðsdagin.

Nógv er at seta seg inn í - og nógv praktisk viðurskifti eru, sum skulu fáast upp á pláss. Tíbetur vóru nógv góð fólk klár at veita eina hjálpandi hond.

- Eg eri móð, men eisini glað og spent til í morgin - til um eina viku, til um ein mánað og til um eitt ár 🙂 Eg havi eina deiliga kenslu av takksemi og spenningi, sigur Sanna.

Okkara nýggja hjarta í HB-húsinum ❤️🖤

Kom og heppa kvinnurnar í finaluna ❤️🖤Týsdagin 1. september spæla kvinnurnar seinnu hálvfinalu í steypakappingini. Dystu...
31/08/2026

Kom og heppa kvinnurnar í finaluna ❤️🖤

Týsdagin 1. september spæla kvinnurnar seinnu hálvfinalu í steypakappingini. Dysturin er á Ovara Vølli ímóti 07 Vestur, og hann byrjar kl 19.

Okkara kvinnur vunnu fyrra dystin, og nú heita vit á allar HB-fjepparar um at møta upp og heppa tær allan vegin í finaluna.

Kioskin verður opin - tað eru gentur og dreingir, sum savna inn til Danacup komandi summar, sum fara at selja - so ein góður drekkamunnur fæst eisini.

Síggjast á Ovara vølli týskvøldið 1. september kl 19. 🙌

KOYR Á HB! 💪

Tá stutt er millum dystirnar, skal eisini vera pláss til hugna. Kvinnurnar tóku sær av løttum í morgun. Komandi dystur e...
30/08/2026

Tá stutt er millum dystirnar, skal eisini vera pláss til hugna. Kvinnurnar tóku sær av løttum í morgun.

Komandi dystur er longu týsdagin, tá tær spæla seinnu hálvfinaluna ímóti 07 Vestur í kappingini um Løgmanssteypið 🔴⚫️

Fótbóltur er tað allarbesta! ❤️🖤⚽️Tað halda U9 dreingir, sum í dag fóru til kapping við Margáir við tveimum liðum og í S...
29/08/2026

Fótbóltur er tað allarbesta! ❤️🖤⚽️
Tað halda U9 dreingir, sum í dag fóru til kapping við Margáir við tveimum liðum og í Sørvági við trimum liðum.

Dreingirnir eru raskir - og hartil eru teir glaðir (serliga tá ið teir síggja ein bólt) ⚽️🤩

Tí var tað væl uppiborið, at trivnaðartoymið aftaná skipaði fyri hugna fyri øllum dreingjunum.
Krógva og blunda slær aldri feil - og tað gera pitsa, kips og ísur heldur ikki. Eisini sluppu teir í kúlubað og at svansa við sand og vatn 😄

Takk fyri innsatsin í dag, tit - bæði stór og smá! Ein góður dagur við fótbólti og felagsskapi!

Koyr á HB! 🖤❤️

Hetta gekk ikki sum ætlað ❤️🖤Men vit savna okkum nú um komandi dyst, sum er longu týskvøldið, tá 07Vestur kemur til Havn...
29/08/2026

Hetta gekk ikki sum ætlað ❤️🖤
Men vit savna okkum nú um komandi dyst, sum er longu týskvøldið, tá 07Vestur kemur til Havnar at spæla seinnu hálvfinalu. Vit vunnu ta fyrru 0-3.
Latið okkum øll møta væl upp at heppa kvinnurnar í Steypafinaluna 🔥

❤️🖤❤️🖤
28/08/2026

❤️🖤❤️🖤

Dánjal Mørkøre er í hópinum í staðin fyri Eivind Restorff Mouritsen, sum er sjúkur. 🔴⚫️
28/08/2026

Dánjal Mørkøre er í hópinum í staðin fyri Eivind Restorff Mouritsen, sum er sjúkur. 🔴⚫️

Adresse

Gundadalur
Tórshavn

Telefon

+298781904

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Havnar Bóltfelag sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Havnar Bóltfelag:

Genveje

Del