Súkkluverkstaðið hjá Gunnari

Súkkluverkstaðið hjá Gunnari

Del

Vit selja og umvæla súkklur til øll endamál og okkara mál er at hjálpa tær væl áveg út í súkkluheimin

24/02/2026

Vegna jarðaferð í dag, týsdagin 24. februar, verður handilin stongdur millum kl 12.30 og 14.30.

20/02/2026

EL mini pumpa

Vit hava nú aftur fingið mini EL pumpuna frá Muc-Off.
AIRMACH Electric Mini Inflator PRO. Pumpan kann pumpa upp til fýra dekk fyri hvørja løðing.

Pumpan vigar einans 124 gramm, og kann pumpa upp til 120 PSI, te. 8,5 bar.

Prísurin er kr. 1.150.

https://www.youtube.com/shorts/tIHmG5iFTkE

Photos from Visit Tórshavn's post 10/02/2026
Photos from Súkkluverkstaðið hjá Gunnari's post 30/12/2025

LIV Langma Advanced SL 0

Hendan kappsúkklan er toppmodellið hjá GIANT.
Damumodellini hjá GIANT eita LIV, og er hendan súkklan útgjørd við flottastu útgerðini á marknaðinum.

Eins og harrasúkklurnar, ið vit lýstu við herfyri, so eru 2025 modellini hjá kvinnum, eisini niðursett.

Nýprísur á hesari súkkluni er kr 104.500. Nøkur modellir eru eftir, og súkklan fæst nú fyri kr 83.750.

11/11/2025

Broyttar upplatingartíðir

Upplatingartíðirnar í viku 46 eru soleiðis:

Mánadagin 10. novembur er opið frá 13 til 17.30
Týsdagin 11. novembur er opið frá kl 14.00 til 16.30
Mikudagin: kl 15.00 til 17.30
Hósdagin: kl 13.00 til 17.30
Fríggjadagin: kl 13 til 17.30
Leygardagin er opið sum vanligt, te. frá kl 10.00 til 14.

Mánadagin 17. novembur er opið frá 13 til 17.30.

07/11/2025

Sølustevnan á Tvøroyri

Sølustevna verður í vikuskiftinum, og vit eru aftur við hesufer. Upplatingartíðirnar í handlinum/verkstaðnum í Havn verða tí broyttar nakað.
Sølustevnan verður í Høllini í Trongisvági og lata dyrnar upp í morgin, leygardagin 8. novembur, klokkan 13. Sunnudagin heldur stevnan fram, heilt til klokkan 19.

Myndin er frá sølustevnuni í fjør.

Á leinkjuni niðanfyri ber til at lesa meira um sølustevnuna:

https://www.facebook.com/events/1392510732466740

Photos from Súkkluverkstaðið hjá Gunnari's post 05/11/2025

So verður tað (næstan) ikki betur

GIANT er farið at framleiða 2026 modellini, og tí verða ma. hesar súkklur seldar við sera, sera, sera góðum avsláttri.

Talan er um toppmodellini hjá GIANT. Súkklur sum professionellu súkklararnir kappast á í ma. Tour de France.

Stellini eru úr tí lættasta carbon, og hava bæði modellini integreraðan saðilpinn.
Útgerðin er eisini hin besta. Shimano Dure Ace er á TCR´ini og SRAM RED á Propel´ini. Elektroniskt gearskift. Eisini felgurnar/hjólini eru í heimsflokki. Báðar súkklur hava CADEX hjól. Eisini hava báðar súkklur wattmátara.

GIANT TCR Advanced SL 0:

Fyrr: 104.500 kr
Nú: 83.750 kr

GIANT PROPEL Advanced SL 0:

Fyrr: 104.500 kr
Nú: 83.750 kr

Báðara súkklurnar eru enn at fáa í øllum støddum (S, M, ML, L og XL). Súkklurnar eru á fjargoymslu, og tað merki 1 til 2 vikur veitingartíð.

12/08/2025

Vegna jarðaferð í dag, týsdagin 12. august, verður handilin stongdur millum kl 13.30 og 17.

17/06/2025

Broyttar upplatingartíðir í viku 25

Upplatingartíðirnar eru soleiðis:
Mánadagin 16. juni: 13 til 17.30
Týsdagin 17. juni: frá kl 13.00 til 16.30
Mikudagin: kl 13.00 til 17.30
Hósdagin: kl 13.00 til 17.30
Fríggjadagin er stongt
Leygardagin er opið sum vanligt, te. frá kl 10.00 til 14

Photos from Leif Mohr Kring Føroyar's post 29/05/2025
15/05/2025

Vegna jarðaferð stongja vit verkstaðið og handilin kl 14.30 í dag!

Photos from Umhvørvisvikan's post 04/05/2025
Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Telefon

Adresse


Bøgøta 12
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 10:00 - 17:30
Tirsdag 10:00 - 17:30
Onsdag 10:00 - 17:30
Torsdag 10:00 - 17:30
Fredag 10:00 - 17:30
Lørdag 10:00 - 14:00