17/09/2026
✨ POST NR. 100 ✨
100 innlegg 🤎 Og nógv er hent, síðani vit løgdu okkara fyrsta út.
Men tað besta við okkara Instagram er, at tað ikki bara eru vit, sum skapa innihaldið 🫶🏼
Tit hava verið við á ferðini frá byrjan. Tit svara okkara polls, senda okkum boð, deila tykkara upplivingar og tagga okkum áðrenn og eftir venjing 🤎 Og vit ELSKA at síggja tað!
Tað er ordiliga stuttligt at síggja Reformer Pilates gjøgnum tykkara eygu – smílini áðrenn, shaky legs aftaná og allar tær góðu løturnar rundan um venjingina ✨
So post nr. 100 er eisini eitt lítið TAKK til tykkum, sum fylgja við, luttaka og gera okkara Instagram livandi 🤍
Halt endiliga áfram at svara, deila og tagga okkum – vit fylgja við 👀🤎