Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya

Del

Flogbóltstíðindi og annað, sum hevur við føroyskan flogbólt at gera - og viðhvørt eisini útlendskan. Faroese Volleyball Association

04/08/2026

4. stevnan í FM stevnurøðini verður ein av døgunum 14.-16. august á Sandi. Stevnan er fyri kvinnur og menn.

Fyriskipari er B71 Flogbóltur. Tilmelding í seinasta lagið 11. august 2026 á [email protected]

Tilmelding skal umfata nøvnini á báðum leikarunum, aldur á leikarum, har lægsti aldur er 13 ár, og hvat flogbóltsfelag teir eru limir í.

Luttøkugjald er 300 kr. fyri hvørt lið. Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 5216933.

Lið skulu verða í eins klæðum, sum skulu verða merkt við nr. 1 og nr. 2

Samlaðu reglurnar fyri FM stevnurøðina síggjast á FBF.fo

Umframt 4. stevnuna á Sandi er stevnurøðin hendan:
21.- 23. august, Sandavágur, Kvinnur og Menn
28.- 30. august, Fuglafjørður, Kvinnur og Menn
4.- 6. september, Fuglafjørður, FM Final 4, Kvinnur og Menn

Photos from Flogbóltssamband Føroya's post 02/08/2026

Tvey EM pláss og tvey silvurheiðursmerki Cardiff

Samanlagt trý EM pláss og trý silvurheiðursmerki eru komin til høldar í summar í tilsamans fýra EM-undankappingum í sandflogbólti.

Ikki kann sigast annað enn, at EM undankappingarnar í sandflogbólti hava gingið sera væl í summar. Føroyskir leikarar hava luttikið í samanlagt fýra kappingum. U20 fyri bæði kyn og U18 fyri bæði kyn.
Samlaða úrtøkan fyri føroyskan sandflogbólt hevur verið trý EM pláss og 3 silvurheiðursmerki.

Í dag tryggjaðu Anna Katrina í Haraldstovu og Tova S. Nielsen sær silvurmerki eftir at tær taptu finaluna ímóti einum sera sterkum íslendskum liðið. Samstundis tryggjaðu tær Føroyum luttøku í U18 EM endsspælinum fyri gentir í 2027.
Júst sama støða er galdandi fyri Kaj Johannesen og Elias B. Jensen. Teir taptu finaluna ímóti Andorra, men tryggjaðu tó Føroyum EM luttøku í 2027 fyri U18 lið og teir tryggjaðu sær silvurheiðursmerki.

Fyri fáum vikum síðani tryggjaðu Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen eisini føroyska U20 luttøku í 2027.

Í vár setti Flogbóltssamband Føroya danan, Martin Olesen, í starv sum høvuðsvenjara fyri sandflogbóltin. Martin hevur drúgvar royndir og hevur millum annað vunnið EM við donskum U-lliðum. Arbeiði hjá Martin hevur borið ávøkst og sandflogbóltsluttøkan í ár hevur verið sera væl eydnað.

Komandi ár, skulu lið aftur til EM-undankappingar eins og tey skulu til sjálvar EM kappingarnar. Umframt hetta, skulu fýra føroysk lið luttaka á Oyggjaleikunum.

02/08/2026

Anna Katrina og Tova í finaluna og nýtt EM pláss til Føroyar!

Anna Katrina í Haraldstovu og Tova S. Nielsen vunnu fyri løtu síðani 2-0 á Íslandi í hálvfinaluni og tryggjaðu sær harvið pláss í finaluni, sum verður leikt kl. 16.00.

Umframt pláss í finaluni, so tryggjaðu Anna Katrina og Tova eisini Føroyum eitt pláss í EM endaspælinum fyri U18 gentir í 2027.

Finalan verður ímóti einum øðrum liðið úr Íslandi. Í innleiðandi bólkaspælinum taptu føroysku genturnar 2-0 ímóti gentunum, sum tær møta í finaluni.

02/08/2026

Anna Katrina og Tova í hálvfinaluna

Við 2-0 sigri á Andorra tryggjaðu Anna Katrina og Tova sær pláss í hálvrfinaluni í EM undankappingini í Cardiff. Her fara sørvágsgenturnar mest sannlíkt at møta einum liðið úr Íslandi.

Vinna tær hálvfinaluna og koma í finaluna, so tryggja tær Føroyum eitt gentupláss til EM kappingina í 2027.

02/08/2026

Kaj og Elias hava vunnið EM pláss til Føroyar

Kaj og Elias vunnu innanhýsis dystin ímóti Jónsteini og Sofus og harvið tryggjaðu teir sær pláss í finaluni, sum verður leikt seinni í dag. Samstundis tryggjaðu teir Føroyum eitt pláss í EM endaspælinum, sum verður í 2027.

Síðsti dysturin í dag hjá Kaj og Elias skuldi vera ímóti Andorra. Hetta hevði so verið dystur um 1. plássið í innleiðandi bólkinum, tí tað er longu greitt, at Andorra verður mótstøðuliðið í finaluni. Kappingarleiðslar frá CEV hevur tó gjørt av, at við tað at tað longu er greitt, hvørji lið koma í finaluna, so verður síðsti bólkadysturin broyttur til finaluna, sum verður leikt kl. 17.00

Jónstein og Sofus leika í løtuni ímóti Írlandi. Hetta er eisini liðið, sum teir seinni fara at møta í dysti um 3. plássið í samlaðu kappingini.

Photos from Flogbóltssamband Føroya's post 01/08/2026

Øll liðini hava vunnið dystir

Tað hevur gingið sera væl hjá føroysku U18 landsliðunum í sandflogbólti í Cardiff í dag, har tey leika EM undankapping. Fýra lið eru við - tvey dreingjalið og tvey gentulið - og øll liðini hava vunnið dystir.

Hjá dreingjunum, har øll liðini leika í einum bólki hevur gingið soleiðis hjá føroysku liðunum:

Jensen/Johannesen - Írland: 2-1
Jensen/Johannesen - Skotland: 2-0
Jensen/Johannesen - Wales: 2-0
Jensen/Johannesen - Wales (2): 2-0

Jacobsen/Mortensen - Skotland: 2-0
Jacobsen/Mortensen - Andorra: 0-2

Elias B. Jensen og Kaj Johannesen er nr. 1 í bólkunum eftir 1. leikdagin við fýra dystum og hava góðan møguleika at leika seg í finaluna í morgin. Jónstein Jacobsen og Sofus B. Mortensen eru nr. 6, men hava teir bara leikt tveir dystir enn. Teir hava eisini møguleika fyri at leika seg í finaluna.

Fyrsti dysturin hjá føroysku liðunum í morgin kl. 09.00 er tó ein innanhýsis dystur ímillum liðini bæði.

Annars eru dystirnir hjá liðunum hesir:

15.10: Jensen/Johannesen - Andorra

10.40: Jacobsen/Mortensen - Írland
13.30: Jacobsen/Mortensen - Wales
15.10: Jacobsen/Mortensen - Wales (2)

Hjá gentunum verður leikt í tveimum bólkum, A og B og soleiðis hevur gingið hjá føroysku liðunum:

Bólkur A:

Madsen/Holm - Ísland: 0-2
Madsen/Holm - Írland: 0-2
Madsen/Holm - Wales: 2-0

Julie Madsen og Bylgja Holm er nr. 3 í bólkinum eftir fyrsta dagin.

Í morgin kl 11.30 leika tær ímóti Wales í bólki A.

Bólkur B:

Haraldstovu/Nielsen - Ísland: 0-2
Harsldstovu/Nielsen - Skotland: 2-0

Anna Katrina í Haraldstovu og Tova Nielsen eru eisini nr. 3 í teirra bólki eftir fyrsta dagin. Í morgin hava tær hesar bólkadystirnar:

09.50: Haraldstovu/Nielsen - Andorra
12.20: Haraldstovu/Nielsen - Wales

Dystirnir í morgin kunnu eisini síggjast her: https://www.youtube.com/results?search_query=CEV+Small+Countries+Association+U17s+First+Round+Qualifiers+2026%2C+Victoria+Park%2C+Cardiff

31/07/2026

Dystarskrá, stroyming og livescore

Hjá dreingjunum eru 7 lið, har øll leika hvør móti øðrum. Dystarskráin hjá dreingjunum í morgin 1. august er hendan:

09.00: Jensen/Johannesen - Írland
09.45: Jacobsen/Mortensen - Skotland
12.00: Jacobsen/Mortensen - Andorra
12.45: Jensen/Johannesen - Skotland
15.00: Jensen/Johannesen - Wales
18.00: Jensen/Johannesen - Wales (2)

Dystirnir halda áfram leygardagin og vit venda aftur við tíðunum, tá tær eru kendar.

Nr. 1 og 2 í innleiðandi bólkinum leika finalu og nr. 3 og 4 leika dyst um 3. plássið.

Hjá gentunum er 10 lið, sum eru býtt í tveir bókar við 5 liðum í hvørjum. Øll liðini leika, hvør ímóti øðrum í innleiðandi bólkunum. Dystarskrárin í morgin 1. august er hendan:

Bólkur A:

10.30: Madsen/Holm - Ísland
13.30: Madsen/Holm - Írland
16.30: Madsen/Holm - Wales

Bólkur B:

11.15: Haraldstovu/Nielsen - Ísland
14.15: Harsldstovu/Nielsen - Skotland

Dystirnir halda eisini her áfram leygardagin. Hjá gentunum verða hálvfinalur ímillumnr. 1 og nr. 2 í hvørjum bólki. Tapararnir av hálvfinalunum leika so um 3. plássið.

Allir dystir verða vístir her við viðmerkjara og við samrøðum her:
https://www.youtube.com/results?search_query=CEV+Small+Countries+Association+U17s+First+Round+Qualifiers+2026%2C+Victoria+Park%2C+Cardiff

31/07/2026

U18 lið í Cardiff til EM undankapping

EM undankapping í sandflogbólti er um vikuskifti í Cardiff í Wales.
Talan er um U18 lið - 2010 árgangurin og yngri.

Føroyar er samanlagt umboðað av 4 liðum - tveimum gentuliðum og tveimum dreingjaliðum.

Høvuðsvenjarin, Martin Olesen, hevur úttikið hesar leikararnar til ferðina:

Anna Katrina í Haraldstovu
Tova Nielsen
Julie Madsen
Bylgja Holm
Kaj Johannesen
Elias B. Jensen
Jónstein Jacobsen
Sofus B. Mortensen

Dystir verða leygardagin 1. august og sunnudagin 2. august. Vit leggja eina leinkju til stroyming út her seinni.

Photos from Flogbóltssamband Føroya's post 26/07/2026

3. FM stevnan í sandflogbólti varð leikt í Sandágerði í gjár, leygardagin 25. juli.

Jakobina Joensen og Milja Silvansdóttir vunnu kappingina fyri kvinnurnar, har Anna Katrina í Haraldstovu og Tova Nielsen liggja á odda í samlaðu kappiningi.

Hjá monnunum vunnu Bjarni Larsen og Ólavur Jensen. Hjá monnunum liggja Kaj Johannesen og Elias B. Jensen á Odda.

22/07/2026

3 FM stevnan verður spæld á Sandágerði leygardagin 25 juli.🏐🏐

Kvinnurnar byrja kl. 14:00 og menninir kl.16.

GG: broytingar kunnu koma fyri vegna veður, men sum nú er sær tað gott út.

Lítil kiosk søla verður á staðnum og góður tónleikur🎼

Vit síggjast🏐😎

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Internet side

Adresse


á Frælsinum
Tórshavn
FO-110

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 15:00
Tirsdag 09:00 - 15:00
Onsdag 09:00 - 15:00
Torsdag 09:00 - 15:00
Fredag 09:00 - 15:00