❗️Hevur ongin eini hús til hesa lítlu fittu familju? Vit hava fingið innivist til tey framm til aug☺️❗️
TB flogbóltur leitar eftir einum húsum ella einari íbúð til leigu til okkara venjara, frá juni mánaði🏡
Ynskiligt er, at íbúðin/húsið er egnað til eina familju uppá 2 vaksin og 1 barn, skjótt 2😊
Um tú hevur nakað til leigu, ella kennir onkran, sum kanska hevur, ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Vinarliga send boð ella ring fyri nærri kunning.
Vit takka fyri hjálpina!🤍🖤
TB-Flogbóltur
Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra TB-Flogbóltur, Sportshold, Tvøroyri.
07/05/2026
Góðu áskoðarir😊
Tit sum fingu TB troyggjur til steypafinaluna og enn ikki hava latið inn aftur, kunnu geva Kristin Magnussen, Lena Súsanna Bærendsen ella Laila Hentze tær🤍🖤
Hetta eru spælitroyggjur hjá felagnum, so vónandi koma allar aftur👏🏻
04/05/2026
Okkara raska, dugnaliga Sharon Haynes er á dreymaliðnum👏🏻🤍🖤
Hjartaliga til lukku góða Sharon, vit er so stolt av tykkum øllum🥰❤️
29/04/2026
UMHVØRVISVIKA Á TVØROYRI 🍃💚
So er aftur tann tíðin av árinum😅
Vit fara at rudda í dag kl. 16.30, so komi vestur til ítróttarhøllina, har møtast vit øll og fara út at rudda 😊
Stór og smá 🤗💪
Jú fleiri vit eru, skjótari gongur 🤩
Hetta er tað minsta, vit kunnu gera fyri kommununa, sum stuðlar ítróttini so væl á staðnum 👏 Góðir karmar og vælvild 💛
Kl 17.30 bjóðar Tvøroyrar kommuna til eina hugnaløtu við Stórá😍
25/04/2026
Stórslignu karmarnir við Tjarnir og allir okkara áskoðarar, sum høvdu leitað sær norður, gjørdu sítt til, at stemningurin var í topp. Tíverri taptu røsku kvinnurnar í dag 1-3 móti Mjølnir. Mjølnir løgdu press á beinanvegin, og tær hildu pressið allan vegin gjøgnum dystin. Spælið hjá okkum var merkt av feilum, tó vóru góðar løtur eisini, men tá vit høvdu kjansin at javna, tóku vit ikki av.
Hóast tað ikki gekk í dag, so eru vit so sera stolt av okkara kvinnum, sum megnaðu at koma so langt hesaferð🥈Vit takka eisini øllum tykkum, sum stóðu saman við okkum við Tjarnir í dag🤍🖤
23/04/2026
🏐🖤Leygardagin við Tjarnir 🏐🖤
Melda til við at skriva til TB Flogbólt, Kristin Magnussen, Laila Hentze ella Lena Súsanna Bærendsen
Vit gjalda ferðaseðilin, MP Bussar koyra okkum frá farstøðini niðan á Tjarnir og oman aftur 🤩
21/04/2026
21/04/2026
Komi við🤍🖤 Melda til við at senda eini boð til TB-flogbólt
Ella til Kristin Magnussen, Lena Súsanna Bærendsen ella Laila Hentze☺️
18/04/2026
18/04/2026
Hesar eru klárar til finalu komandi vikuskiftið💪🏻💪🏻Hjartaliga til lukku🤍🖤
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Type
Kontakt virksomheden
Internet side
Adresse
Tvøroyri
826