Góðu tit
Sum støðan er í løtuni, verður Marghøllin ikki liðug umvæld til Faroe Island Handball Cup. Tískil verður kappingin ikki í ár 2023.
Tað harmar VB almikið, at kappingin ikki verður.
Faroe Island Handball Cup
Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Faroe Island Handball Cup, Sportsbegivenhed, Vágur.
Faroe Islands Handball Cup er kapping fyri bæði føroysk og útlendsk hondbóltslið - í 2020 tó bert fyri føroysk lið - í aldursbólkunum frá U10 til og við U16 og fyri vaksin.
25/07/2022
Faroe Islands Handball Cup 2022 er avlýst
Orsaka av ov lítlari undirtøku verður onki Faroe Islands Handball Cup 2022.
Seinasta hálva árið hevur verið arbeitt við fyrireikingunum til Faroe Islands Handball Cup 2022. Tá tilmeldingarfreistin var farin 1. juni 2022 høvdu vit eina kapping, men kunnu vit bara staðfesta at síðani hevur ávíst fráfall verið, soleiðis at undirtøkan nú er ov lítil til at skipa Faroe Islands Handball Cup 2022.
Vit harmast um at vit eru noydd at avlýsa, men uttan undirtøku ber ikki til at skipa Handball Cup.
06/07/2022
Faroe Islands Handball Cup 2022 nærkast :)
Komandi dagarnir verður kunning send til feløg og luttakarar - og kunnað verður eisini her á facebook síðuni hjá Faroe Islands Handball Cup.
Í mun til undanfarin ár, so byrjar Faroe Islands Handball Cup 2022 við innmarsji og setan í Marghøllina kl. 12.30 mánadagin 1. august. Hetta merkir eisini, at luttakarar norðanfjørðs kunnu koma suður mánamorgun við Smyrli av Havnini kl. 8.45.
Spælt verður mánadag seinnapart, týsdagin og ónsdagin - og endar Faroe Islands Handball Cup 2022 seinnapartin ónsdagin 3. august.
Okur gleða okkum til at taka ímóti tykkum :)
(myndin er frá setanini av Føroyaleikum 2021)
So eru bara 13 dagar eftir til seinasta freist at meldað lið til er, so skundi tykkum🤾🏻♂️🤾🏻♂️
28/12/2021
Fyrstu liðini hava nú skrásett seg til Faroe Islands Handball Cup 2022 og í mun til undanfarin ár, so er eisini áhugi uttanlands fyri at koma til stóru hondbóltskappingina í Vági.
Fyrstu liðini skrásett til Faroe Islands Handball Cup 2022 – Faroe Islands Handball Cup Tíðindi Fyrstu liðini skrásett til Faroe Islands Handball Cup 2022 FIHC december 28, 2021 Mynd: Bjartur Vest Fyrstu liðini hava nú skrásett seg til Faroe Islands Handball Cup 2022 og í mun til undanfarin ár, so er eisini áhugi uttanlands fyri at koma til stóru hondbóltskappingina í Vág...
26/11/2021
So er klárt at melda til Faroe Islands Handball Cup 2022
Stóra hondbóltskappingin, Faroe Islands Handball Cup verður sjálvandi aftur í Vági komandi ár, tá spælt verður í døgunum 1. til 3. august 2022.
Faroe Islands Handball Cup bjóðar tríggjar dagar við hondbóltsspæli, har spælt verður í Marghøllini (og møguliga eisini í Vágs Høll) – og eins og undanfarin ár verður spælt í aldursbólkunum frá U10 til og við U16 og fyri bæði gentur og dreingir.
Umframt hondbólt, so fáa luttakarar á Faroe Islands Handball Cup eisini upplivingar fyri lívið í framúr góðu umstøðunum í Vági, bæði í Páls Høll, Marghøllin og Vágs Høll, í nærumhvørvinum, á fjørðinum og úti í náttúruni annars. Kvøldini verða merkt av hugna og samveru, har tey ungu njóta løturnar saman í Vági.
Fyri foreldur og vaksin er Faroe Islands Handball Cup eisini ein framúr stevna við tilboðum á matstøðum og kafeum, í handlum og ikki minst innan ferðavinnuna.
Stórur áhugi og mesta tal av liðum!
Stórur áhugi er fyri Faroe Islands Handball Cup og nú vísa lið uttan úr heimi eisini áhuga fyri at koma til stóru hondbóltskappingina í Vági – og tilmeldingin er byrjað!
Hóast umstøðurnar í Vági eru góðar og stórar bæði í Marghøllini og í Vágs Høll, so er gjørt av, at seta eitt mesta tal av luttakandi liðum – og fara tað í mesta lagi 70 lið at kappast til Faroe Islands Handball Cup 2022.
Tilmeldingin er byrjað!
Tilmelding til Faroe Islands Handball Cup 2022 er byrjað og tilmeldingin fer fram her á heimasíðuni www.handballcup.fo – har tað eisini er kunning um luttøkugjald og kostnaðir í samband við Faroe Islands Handball Cup 2022.
Freistin fyri tilmelding er 1. juni 2022 (men lagt eigur at verða tilmerkist, at tilmeldingin letur aftur, tá 70 lið eru tilmeldaði).
20/08/2021
Faroe Islands Handball Cup 2022 verður 1. – 3. aug. 2022
Faroe Islands Handball Cup 2021 eydnaðist heilt framúr væl við glaðum og vælnøgdum luttakarum, sum takkaðu fyri ónsdagin 4. august 2021.
Stórur áhugi er fyri Faroe Islands Handball Cup 2022 og kunnu vit hervið boða frá, at Faroe Islands Handball Cup 2022 verður í døgunum mánadag 1. august til ónsdagin 3. august 2022.
Komandi ár verður eisini eitt stórt byrjunartiltak sunnudagin 31. juli 2022, meiri verður sjálvsagt at frætta um hetta seinni.
Tilmeldingin til Faroe Islands Handball Cup 2022 verður latin upp 1. oktober 2021.
05/08/2021
Takk fyri eitt einastandandi Faroe Islands Handball Cup 2021
Tríggir dagar við glaðum børnum og ungdómum í hondbóltsdysti í framúr umstøðum í Marghøllini til Faroe Islands Handball Cup 2021 er nú at enda komnir.
Eftir 204 dystir og 67 tímar við hondbólti endaði kappingin við plaserings- og finaludystum millum tey 60 liðini. Faroe Islands Handball Cup 2021 endaði við strálandi vinnarum og skuffaðum taparum, men øll tó ríkaði við góðum upplivingum og minnum frá Faroe Islands Handball Cup 2021.
Stóra hondbóltskappingin hevur merkt býin og nærumhvørvið síðan á middegi sunnudagin og ónskvøldið gekk leiðin hjá teimum seinastu liðunum norður um Suðuroyarfjørð.
Vit fyriskiparar takka øllum luttakarum, øllum hjálparfólkum, høvuðsstuðlinum Suðuroyar Sparikassa og øllum øðrum stuðlum.
Fyrireikingarnar til Faroe Islands Handball Cup 2022 eru longu farnar ígongd og í næstum verður greitt hvørjar dagar kappingin verður í 2022.
Takk fyri øll somul 😊
Fleiri myndir eru eisini á heimasíðuni
https://handballcup.fo/takk-fyri-eitt-einastandandi-faroe-islands-handball-cup-2021/
04/08/2021
H71a vann spennandi finalu hjá U16 dreingjum
Í einari sera spennandi finalu millum H71a og H71b endaði tað við, at H71a vann finaluna 17-16. H71a vann gull medaljurnar, meðan H71b fekk silvur medaljur. EB bleiv nr. 3.
04/08/2021
Kyndil A vinnari hjá U16 gentum
Kyndil A vann ein greiðan 17-10 sigur á H71 í finaluni hjá U16 gentum á Faroe Islands Handball Cup 2021. Kyndil A fekk harvið gull medaljurnar, meðan H71 fekk silvur medaljur. EB bleiv nr. 3.
04/08/2021
H71 b vinnari hjá U14 gentum
H71 b vann ein greiðan 14-6 sigur á Tjaldur 2 í finaluni hjá U14 gentum. Harvið vann H71 b gull hjá U14 gentum í Faroe Islands Handball Cup 2021. Tjaldur fekk silvur medaljurnar. VÍF 1 bleiv nr. 3.
04/08/2021
Neistin 1 vinnari hjá U14 dreingjum
Neistin 1 lat ongan iva verða um hvør skuldi vinna gull-medaljurnar hjá U14 dreingjum á Faroe Islands Handball Cup 2021. Í finaluni vunnu Neista-dreingirnar ein greiðan 25 – 13 sigur ímóti Kyndli. Kyndil fekk sostatt silvur medaljurnar. Nr. 3 bleiv Team Klaksvík.
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Type
Kontakt virksomheden
Internet side
Adresse
Vágur