FC Suðuroy

FC Suðuroy

Del

Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra FC Suðuroy, Sportsklub, Vágur.

FC Suðuroy is a Faroese football club which was founded in January 2010 and consists of the former clubs VB (founded in 1905) and Sumba (founded in 1949), which merged in 2005 to form VB/Sumba (now FC Suðuroy).

15/08/2026

🗣️ DYSTARDAGUR ⚽️
🆚 EB/Streymur
🏟️ Vesturi á Eiðinum
🕐 13:45
📸 BA Photography

14/08/2026

AMALIA 🇫🇴

Jákup Mortensen, landsliðsvenjari, hevur úttikið okkara Amaliu Elithu Bech Hjelm á WU15 landsliðið í sambandi við Baltic Cup í Litava 18. - 26. august 2026. Føroyar møta á túrinum Estlandi, Letlandi og Litava. 🙌

Hjartaliga tillukku við úttøkuni, Amalia - og bestu eydnu!💙

13/08/2026

Leygardagin spæla mennirnir á ljósfestini móti EB/Streymi í Vági⚽️
📸 BA Photography

13/08/2026

Dystaryvirlit komandi vikuskiftið.
Bestu eydnu øll somul.

07/08/2026

MEISTARADEILDIN 💪

Okkara kvinnur hava fingið í boði at luttaka í meistaradeildini í seinnu hálvu kappingarárið 2026. Hetta hava vit játtað! ✅️

Vit leggja út á Dungasandi sunnudagin kl.16.00, har 07 Vestur taka ímóti okkum. 🤝

Bestu eydnu! 🔵

07/08/2026

LEONA 🇫🇴

Sigtór Asbjørn Petersen, landsliðsvenjari, hevur úttikið okkara Leonu Kjærbæk Djurhuus á WU19 landsliðið í sambandi við ein vinardyst ímóti Grønlendska kvinnulandsliðinum. Landsdysturin verður spældur á Dungasandi, mikudagin 12. august. 🙌

Hjartaliga tillukku við úttøkuni, Leona - og bestu eydnu! 🥳

06/08/2026

Leygardagin gongur leiðin til Hoyvíkar⚽️
📸 BA Photography

05/08/2026

Dystaryvirlit komandi dagarnar.
Bestu eydnu øll somul.

31/07/2026

Fyrsti dysturin aftaná summarsteðgin verður í morgin á Eiðinum móti B36⚽️
📸 Bárður Augustinussen

25/07/2026

🇩🇰 JACOB ER BLÁUR! 🔵

Vit eru sera fegin at kunna kunngera, at 20 ára gamli danski verjuleikarin, Jacob Munch Jensen, hevur skrivað undir sáttmála við FC Suðuroy.

Jacob er 186 cm høgur miðverji og kemur úr Esbjerg fB, har hann hevur leikað síðstu árini. Nú verður hann partur av okkara hópi fyri seinnu hálvu av kappingarárinum.
Sáttmálin er galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum, við møguleika fyri eitt ára leingjan. 🤝

Vit bjóða Jacob hjartaliga vælkomnan til FC Suðuroy og ynskja honum bestu eydnu í bláa búnanum! 💙

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Vágur?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Adresse


Vágur