Skúlafótbóltur

Skúlafótbóltur

Del

Skúlafótbóltur er ein fótbóltskapping fyri allar fólka- og miðnámsskúlar í landinum.

22/06/2025

FYRIREIKA SKÚLAFÓTBÓLT TIL SKÚLAÁRIÐ 2025/2026

Í februar í 2023 fekk Marghøllin skaða í stormi og dúkurin mátti takast av og nýggjur leggjast á.

Marghøllin var karmur um nógv virksemi hjá FC Suðuroy og øðrum ítróttarfeløgum í nærumhvørvinum, og eisini hjá Ítróttaháskúlanum.

Marghøllin var eisini karmur um Skúlafótbólt – og tá tað ikki bar til at brúka Marghøllina, so hevur Skúlafótbóltur havt ein ótilætlaðan steðg. Men nú fara okur ígongd aftur.

Skúlafótbóltur stóran áhuga

Skúlafótbóltur byrjaði skúlaárið 2018/2019 og hevur áhugin frá fyrsta degi verið sera stórur. Okkurt árið hava tað verið um 2.500 skúlabørn og -ungdómar, sum hava verið til Skúlafótbólt í Vági.

Hvat er Skúlafótbóltur?

Skúlafótbóltur er ein fótbóltskapping, fyri árgangirnar frá 1. til og við 9. flokk, umframt 10. flokk og miðnámsskúlarnir kring landið.

Spælt verður bæði í dreingja- og gentuliðum, og í blandaðum liðum við dreingjum og gentumsum hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll.

Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll.

Ein týðandi partur av Skúlafótbólti, at talan verður um nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum í egnum skúla, og floksfelagum á sama árgangi úr øðrum skúlum.

Umframt fótbólt, so hevur tað eisini verið gjørligt at svimja í Páls Høll tann dagin, spælt verður. Hetta verður eisini ein partur av Skúlafótbólti komandi skúlaár.

Vit hava lagt stóran dent á, at tað er ókeypis at luttaka í Skúlafótbólti – og hetta hevur bara verið gjørligt orsaka av góðum stuðlum – og ikki minst av øllum tí arbeiðinum, sum sjálvboðin hava gjørt í samband við Skúlafótbólt.

Nærri kunning í august

Nú Skúlafótbóltur aftur verður á skráverður nærri kunning í august, bæði beinleiðis til skúlarnar og alment.

Tá verður greitt frá, hvussu leikskráin verður skúlaárið 2025 / 2026 og hvussu skúlar kunnu skráseta seg til at luttaka í Skúlafótbólti skúlaárið 2025/2026.

Okur gleða okkum til at taka ímóti tykkum og gera okkara til at tykur fáa ein góðan dag til Skúlafótbólt í Vági.

Fylgjast kann við á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo og á Facebook-vanganum Skúlafótbóltur 🙂⚽🇫🇴

17/03/2023

ONGIN SKÚLAFÓTBÓLTUR ÁÐRENN SUMMARFRÍTÍÐINA

Góðu tit,

Tað er við blandaðum kenslum, at vit skriva út hesi boðini, men sum støðan er – Marghøllin er ikki tøk – so verður tað ómetaliga avbjóðandi at skipa 6-10 leikdagar í Skúlafótbólti í vár - undir opnum himli við so skiftan veðri, sum vit hava hesa tíðina av árinum.

Tíðarætlanin í smb. við nær Marghøllin verður klár aftur er ikki heilt greið og kunnu vit tí ikki við trygd áseta leikdagar áðrenn summarfrítíðina – og áðrenn skúlarnir nærkast egnum avsluttandi tiltøkum í juni mánað.

Fyri okkum hevur tað ómetaliga stóran týdning, at upplivilsi til Skúlafótbólt hjá bæði næmingum og lærarum verður so gott sum yvirhøvur tilber.

Av somu orsøk, so hava vit gjørt av, at útseta Skúlafótbóltin, sum var á skrá í vár, til eftir summarfrítíðina.

Vónandi skilja tit øll støðuna.

Vit venda aftur í august mánað við kunning um skipanina av Skúlafótbólti í heyst og hvussu lið verða meldaði til.

Skúlafótbóltur

17/01/2023

SO ER KLÁRT AT MELDA TIL SKÚLAFÓTBÓLT 2022/2023

Farið er um ársskiftið og dagarnir leingjast støðugt. Fyri framman er várið og hetta merkir eisini, at Skúlafótbóltur verður á skránni. -Og nú er eisini klárt at melda til Skúlafótbólt 2022/2023.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Skúlafótbólti undir “Tilmeldingarskjal“ - sí eisini leinkjuna niðanfyri.

Í næstum verður skráin fyri leikdagarnar hjá ymisku aldursbólkunum tøk, soleiðis at skúlarnir eisini spakuliga kunnu fara at leggja tilrættis ætlanir um ein hugnaligan dag til Skúlafótbólt í Vági.

Meiri verður at frætta um hetta seinni.

https://skulafotboltur.fo/so-er-klart-at-melda-til-skulafotbolt-2022-2023/

17/06/2022

Fleiri enn 2.100 næmingar og størsta ár nakrantíð hjá Skúlafótbólti

Tórsdagin 16. juni var seinasta umfar í Skúlafótbólti í ár, tá 1. og 2. flokkar høvdu lagt leiðina til Vágs í Marghøllina á Oyrunum til Skúlafótbólt. Tórsdagin kappaðust 389 børn í 1. og 2. Flokki og var hetta eisini eitt av stóru umførunum til Skúlafótbólt í ár.

Nú Skúlafótbóltur er liðugur fyri hetta Skúlaárið kann eisini staðfestast, at árið gjørdist tað størsta við Skúlafótbólti nakrantíð. 2.108 næmingar hava spælt fótbólt í blandaðum liðum, gentuliðum og dreingjaliðum til Skúlafótbóltin 2021/2022 – og afturat hesum hevur verið stórt hundrað lið av fylgjarum.

27 fólka-, miðnáms- og háskúlar hava luttikið í Skúlafótbólti í 2021/2022 - og Skúlafótbóltur er sum kunnugt fyri allar árgangir frá 1. flokki til miðnáms- og háskúlaflokkar.

Í mun til vanligar fótbóltskappingar í Føroyum, so er Skúlafótbóltur einasta fótbóltskapping, har spælt verður í blandaðum liðum. -Og júst hesin tátturin er millum teir best umtóktu, tí 992 børn og ung hava í ár kappast á blandaðum liðum.

Ongin Skúlafótbóltur uttan stuðlar og hevur tað aftur í ár borið til at skipa Skúlafótbólt í Marghøllini í Vági við góðum stuðli frá høvuðsstuðlinum BankNordik og í góðum samstarvi við Fótbóltssamband Føroya og við Vágs kommunu.

Skúlafótbóltur verður sjálvsagt aftur á skrá í heyst og innbjóðingar verða fyrst í september send til allar fólkaskúlar og miðnámsskúlar kring landið. Sum nakað nýtt verður eisini í heyst skipað fyri Skúlafótbólti fyri serbreytirnar í skúlunum kring landið.

Myndir og filmsbrot frá Skúlafótbólti 2021/2022 eru at finna á Facebook vanganum Skúlafótbóltur.

Takk fyri í ár – okur síggjast í heyst 😊

Photos from Skúlafótbóltur's post 17/06/2022

1 & 2 flokkur 16.06.22
⚽️⚽️⚽️🇫🇴🇫🇴🇫🇴🎖🎖🎖

Photos from Skúlafótbóltur's post 17/06/2022

Her eru nakrar myndir frá umfarinum hjá 1. og 2. flokki 🙂⚽

16/06/2022

So eru tað 1. og 2. flokkarnir, sum koma til Skúlafótbólt - og er hetta seinasta umfarið í Skúlafótbólti í ár.

Tilsamans 389 leikarar fara at spæla fótbólt í Marghøllini í dag - byrjað verður nú kl. 11.45 og spælt verður til umleið kl. 15.15, tá tey flestu fara at svimja 🙂

Rómurin er sjálvsagt øgiligur í Marghøllini 🙂⚽


Photos from Skúlafótbóltur's post 09/06/2022

Úrslitini frá 3. flokkunum til Skúlafótbólt

Hjá dreingjunum vunnu Hávarnir frá Sankta Frans Skúla finaluna ímóti Knassunum frá Stranda Skúla, finalan endaði 3-2 til Hávarnir

Hjá gentunum TikTok genturnar frá Vágs Skúla 1-0 í finaluni ímóti Nonnufrensunum hjá Sankta Frans Skúla.

Hjá blandaðum liðum var ein spennandi og jøvn finala millum Skúlatrøð 2 frá Skúlanum á Skúlatrøð og Víkingar frá Sankta Frans Skúla. Dysturin endaði javnur og Skúlatrøð 2 vann brotssparkskappingina.

09/06/2022

Skúlafótbóltur - 3. flokkur 9. juni 2022
⚽️⚽️⚽️🇫🇴🇫🇴🇫🇴👍👍👍

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Vágur?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Adresse


Vágur
900