22/05/2026
Ranja og Jafet í Bulgaria
Fleiri og fleiri badmintonleikarar luttaka í altjóða kappingum. Og nú eru tveir av okkara bestu ungu leikarum eisini farin uttanlands at royna eydnuna.
Talan er um Ranju Joensen, KBF og Jafet Rasmussen, HBF.
Tey luttaka í Victor Bulgaria Junior Open 2026. Hetta er ein sterk kapping við luttakarum runt heimin. Bæði eru komin inn í einmansleiki og blandaðum tvímansleiki. Ranja spældi móti einari úr Turkalandi. Hon tapti tíverri tepurt 2-1. Jafet hevur eisini verið í gongd í dag. Hann tapti 2-0 móti einum leikara frá Singapore.
Í blandaðum tvímansleiki møttu tey einum pari úr Turkalandi, sum tey tíverri taptu 2-0 - settúrslitini vóru 21-16 og 21-17.
18/05/2026
U-15 landsliðið í badminton hevur um vikuskiftið luttikið í U15-kapping í Farum í Danmark, har okkara ungu leikarar fingu virðismiklar royndir og vístu, at føroyskt badminton er í góðari menning.
Hóast føroysku leikararnir hesa ferð ikki komu heim við heiðursmerkjum, var talan um eina sera góða kapping, har fleiri dystir vóru javnir og væl spældir. Fleiri av okkara leikarum vunnu dystir, og manglaðu lítið í at røkka semifinalu.
Kappingin í Farum gav føroysku U15-leikarunum høvi at royna seg móti sterkum donskum og norðurlendskum badmintonleikarum. Slíkar kappingar eru sera týdningarmiklar fyri menningina av ungum føroyskum badmintonleikarum, tí tær geva bæði dystarvenjing, altjóða royndir og motivatión til at halda fram við miðvísari venjing.
Í Badmintonsambandi Føroya fegnast vit um avrikið hjá leikarunum. Teir og tær vístu góðan hugburð, stríðsvilja og stóran vilja til at læra. Tað sæst týðiliga, at arbeiðið í feløgunum kring landið ber ávøkst, og at støðið hjá føroyskum ungdómsbadminton er á veg uppeftir.
Endamálið við luttøkuni er ikki bert at vinna heiðursmerki, men eisini at geva okkara ungu leikarum møguleikan at mennast sum íðkarar og sum partur av einum føroyskum landsliðsumhvørvi. Royndirnar frá Farum eru tí eitt týdningarmikið fet á leiðini hjá hesum leikarum.
Badmintonsamband Føroya takkar leikarum, venjarum, foreldrum og feløgum fyri gott samstarv og stuðul. Vit gleða okkum at fylgja hesum unga ættarliði víðari og vóna, at enn fleiri børn og ung fáa hug at royna seg í badminton.
18/05/2026
Aðalfundur 2026
Aðalfundurin hjá Badmintonsamband Føroya verður mikudagin 17. juni 2026 kl. 17
Skrá sambært viðtøkum sambandsins.
Mál til skránna skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi mikudagin 3. juni
15/05/2026
Miriam og Rúni í Slovenia
Í samband við, at Miriam og Rúni ætla sær til EM fyri einstaklingar í 2027, eru tey aftur á ferð.
Hesa ferð til International Series í Slovenia. Tey skulu spæla fyrsta dyst hvørja løtu. Tey møta einum pari frá Malaysia.
Í komandi viku fara tey til kapping í Eysturríki, sum eisini er ein International Series, og hendan rundferðin endar við kapping í Brøndby, sum er ein International Challenge. Magnus Dal-Christiansen luttekur eisini í hesi kapping. Hann og Rúni fara at spæla tvímansleik.
BSF ynskir teimum allarbestu eydnu - KOYR Á FØROYAR 🇫🇴🏸🇫🇴
12/05/2026
KOM og royn badminton
Øll við bjóðar í samstarv við Badmintonfelagið Nápur til venjing sum er serliga tillaga til børn og ung, sum hava skerdan kropsligan førleika. 🏸
🏸 OPIN BADMINTON VENJING í samstarv við Badmintonfelagið Nápur 🏸
Hevur tú hug at royna badminton í einum tryggum umhvørvi? 😊
Nú hevur tú møguleikan!
📍 Fimleikahøllini við Gøtugjógv
📅 12. juni 2026
🕔 Kl. 17:00
Venjingin er serliga tillaga til børn og ung, sum hava skerdan kropsligan førleika. Dentur verður lagdur á rørslu, gleði og felagsskap 💚
🏸 Komið og royni tykkum – vit hjálpa tykkum í gongd😊
Øll við er ein verkætlan hjá Parasport Føroyar, sum verður framd í samstarvi við Ítróttasamband Føroya.
Verkætlanin fær stuðul frá Betrii, Knud og Dagny Gad Andresen Fonden, Vanførefonden, Mentamálaráðnum og Bevica.
Se mindre
30/04/2026
Farna vikuskifti luttóku Sanna og Mia Thorkildshøj í stórari badmintonkapping í Finnlandi. Tær komu í fjórðingsfinaluna í tvímansleiki. Tær taptu hana 2-0, tó vóru tær sera væl við í dystinum, serliga í øðrum setti, sum tær tíverri taptu 22-20.
Komandi vikuskifti fara tær aftur til kapping. Hesa ferð í Luxembourg saman við 4 øðrum badmintonleikarum.
Kappingin í Luxembourg er ein sokallað International series kapping, sum er eitt stig hægri enn future series.
Okkara leikarar luttaka í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.
Leikararnir eru:
Sanna Thorkildshøj
Mia Thorkildshøj
Miriam í Grótinum
Bjarnhild í Buð Justinussen
Asbjørn Heide Olsen
Rúni Øster
Badmintonsambandið ynskir øllum bestu eydnu í kappingini. 🏸🇫🇴🏸
#